"Virkni gevur umskapan og úrslit"
Suðurgarð Leiðslumenning
Bjóðar leiðaraútbúgvingar sum útbúgvingargongd og skeið í leiðslu og leiðsluamboð.
Suðurgarð Ráðgeving
Arbeiður innan økini: Leiðsla, Fyriskipan og HR (Human Resources).
Suðurgarð hevur síðan 1988 arbeitt sum sjálvstøðugur virkisráðgevi í Føroyum og Danmark innan økini:
- Leiðsla og fyriskipan
- Testir og Starvssetan
- Førleika- (HR) menning
Flestu virkir í dag seta stór krøv til sín sjálvs og síni starvsfólk. Privat og almenn virkir arbeiða í dag við: Visiónum, nýskapan, menning, virðum, broytingum, virkisføri, lønsemi o.s.fr. Og tey flestu eru eisini før fyri at seta mál á hesum økjum.
Uppgávan hjá Suðurgarð er at veita eina tænastu til at røkka hesum málum ígjøgnum arbeiði, stuðli, sparring og ráðgeving. Hetta verður gjørt við best møguligu nýtsluni av menningarmøguleikum sum eru til staðar í øllum fyriskipanum og einstaklingum.
Vit hava royndir úr Føroyum og útlandinum og frá bæði privatum og almennum virkjum.
Suðurgarð kann hjálpa tykkum við at koma víðari. Vit taka støði í tykkum og tykkara tørvi, og seta eina skræddaraseymaða samstarvsgongd saman. Skræddaraseymað - eins væl í tíð sum fíggjarliga.
Vinarlig heilsan
Pólina & Georg Suðurgarð
Tlf. 332028 / 221684
